Reinsaríið

Reinsaríið er fyrst og fremst ætlað rútmiskum tónleiki, men hølini rigga eisini sera væl til fyrilestrar, undirvísing og alskins framførslur

Tiltøk eru í Reinsarínum um dagin, um kvøldið, mitt í viku og í vikuskiftinum. Hetta er eitt vælumtókt spælistað, og nógvar eru konsertirnar, sum hvørt ár eru í Reinsarínum

Tað var eisini við Reinsarínum, at alt byrjaði. Bygningurin var slitin og illa farin, tá tað í 2013 varð avgjørt, at hann skuldi nýtast til mentanarligt endamál. Arbeiðið at umvæla bygningin byrjaði, og eitt ár seinni stóð bygningurin, sum í dag man hýsa flestu konsertum í Havn.

Leiga okkara høli

Myndir og hentir upplýsingar

Tal av gestum: 150
Útgerð: Køkur, vesi, tráðleyst internet og uppvørpa
Barr: ja