PERLUTÚNIÐ
Perlutúnið er ætlað til uttandura tiltøk mitt í hjartanum í Havn. Tiltøkini fevna um alt frá konsertum og loppumarknaði til bike’ara treff og slakt
Túnið millum Perluna og Reinsaríið nevna vit Perlutúnið, sum er eitt býarrúm við beinkjum, taki, hitalampum, farvuríkum ljósum og einum palli. Vit hava nýtt rúmið til útikonsertir, slaktið og annað forvitnisligt, og tá er tað serliga stuttligt at síggja fólk koma framvið at fregnast.
Túnið kann eisini hava ein virkan leiklut, tá tiltøk verða hildin bæði í Perluni og Reinsarínum.
Leiga okkara høliMyndir og hentir upplýsingar
Útgerð: Uppvørpa, tráðleyst internet, køkur og vesi
Barr: Ja