Perlan
Perlan er tann modernaði lítlibeiggin hjá Reinsaríinum, sum við árunum hevur megnað at yvirhálað stórabeiggjan, tá talan er um harðari tónleik, fyrilestrar og nýskapandi tiltøk
Eins og við Reinsarínum, so skal Perlan virka sum karmur um fjølbroytt mentanarligt og listarligt virksemi. Í høvuðsheitum verður Perlan eisini nýtt til konsertir, men hon hóskar seg eisini ómetaliga væl til fyrilestrar, verkstovur og listaframsýningar.
Har Reinsaríið er meir hugnaligt, so hevur Perlan ein ráðan stórbýar dám yvir sær.
Leiga okkara høliMyndir og hentir upplýsingar
Tal av gestum: 150
Útgerð: Køkur, vesi, wifi, uppvørpa
Barr: ja