OSTAHÚSIÐ – KJALLARIN

Ostahúsið er ein goymd perla mitt í Havn, har tú kann larma so galið tú vilt, uttan at nakar órógvar. Akkurát sum eitt venjingarhøli eigur at vera

Vit leggja stóran dent á, at tú skalt føla teg heima í Ostahúsinum, tí vit elska bæði tónleik og tónleikarar. Tankin er, at vit skapa karmarnar og tú skapar tónleikin.

Tá tú traðkar inn í Ostahúsið, so traðkar tú inn í tína heilt egnu ostaklokku, har tú kann slappa av og fordjúpa teg í tónleikinum.

Í Ostahúsinum hava vit tikið hædd fyri akustikki, og gjørt okkum ómak fyri, at tað ljóðar sum tað skal. Samstundis hava tit eisini atgongd til góða útgerð, so tú sleppur undan at sleipa tína egna útgerð.

Ja, og tú fært eisini atgongd til vesið og køkin í Perluni.

Ljóðar hetta spennandi, so er bara at skrolla niður og booka hølið.

GG! Ostahúsið er venjingarhøli burturav. Trýst her, um tú ynskir at leiga høli til tiltøk.

Booka Ostahúsið – Kjallarin

Loading...

Myndir og hentir upplýsingar

Ljóðútgerð: Guitar- og bassforsterkari, trummusett, mikrofonir og sanganlegg
Aðrir hentleikar: Atgongd til ves og køk í Perluni