OSTAHÚSIÐ – ATLIER

Handan spælistaðið Perlan stendur ein stórur betonkassi. Ikki kann sigast, at hetta er ein arkitektonisk perla, men tó ein sannur dýrgripur. Ostahúsið kalla vit hetta sermerkta hús, tí hetta var Ostagoymsla hjá Meiarínum, sum húsaðist í Margarinfabrikkini í mong ár.

Hvussu leingi ostagoymslan varð nýtt, vita vit ikki. Men har angar í hvussu so er ikki av osti longur. Heldur ikki av máling og terpintin eftir Anker Eli Mortensen, sum í fleiri ár hevði atelier í ovari hæddini í Ostahúsinum. Vit kalla tí hesa hæddina fyri Atelierið. Her síggjast enn spor eftir penslasveiggjum hansara, og gevur hetta eitt dám av lívi, søgu og list. 

Myndir og hentir upplýsingar

Stødd: (stødd av høli)
Tal av gestum: 35
Ljóðútgerð: (ymisk útgerð)
Útgerð: uppvørpa, wifi
Barr: (er barr á staðnum)