Listahøllin
Vit skapa karmarnar – tit skapa listina
Í Tórsgøtu elska vit bæði list og listafólk. Tí er tað við einum stórum smíli á varrunum, at vit endiliga kunnu bjóða listafólkum ymiskar básar í Listahøllini. Harvið fáa tit endiliga umstøðurnar til at gera tað, tit duga best: At skapa.
Listahøllin leggur upp til eitt fjølbroytt og livandi listaumhvørvi. Eitt umhvørvi, har tað bæði er pláss fyri teimum sum liva av list, lesa list og ungum spírum. Og mest av øllum er talan um eitt umhvørvi, har tú følir teg heima.
Í Listahøllini er eisini køkur, tráleyst internet, vesi og uppihaldsrúm.
Ljóðar hetta sum tú, so ert tú altíð vælkomin at senda okkum eina umsókn á leinkjuni niðanfyri.
Søk um bás