GARASJAN

Garasjan var byrjanin til bólkar sum Nirvana, Creedence og The Ramones. Og við okkara Garasju kanst tú nú ganga í fótasporunum hjá Kurt Cobain og Dave Grohl

Vit hava lurtað eftir okkara tónleikarunum og teirra ynskjum. Hetta merkir, at vit hava koyrt ljóðdempandi gardinur fyri vindeygað, hugna um og gjørt tað deiliga heimligt í Garasjuni. Tí tað hevur nemliga alt at siga fyri okkum, at tit tónleikarar trívast og kenna tykkum heima í okkara hølum.

Tað snilda við Garasjuni er, at hon hevur alla neyðuga útgerð á staðnum. Hetta merkir, at tit sleppa undan at sleipa trummusett, mikrofonir og forsterkarar aftur og fram. Ja, og so hava tit eisini atgongd til bæði køk og vesi í Perluni.

Ljóðar hetta spennandi, so er bara at skrolla niður og booka hølið.

Booking ikki tøk fyribils

Fyri at fyribyrgja, at koronavirus spjaðir seg, er avgerð tikin um ikki at loyva booking fyribils.

Myndir og hentir upplýsingar

Ljóðútgerð: Guitar- og bassforsterkari, trummusett, mikrofonir og sanganlegg
Atgongd til ves og køk í Perluni