Reinsaríið
1
Tiltøk sum eru her
September
ReinsaríiðMik27Sep19:30Mik23:00Open Mic/Open StageSerligur gestur: NönneStaðReinsaríið19:30 - 23:00
Um tiltak
Mikudagin 27. september verður opin pallur aftur, hesaferð við Nönne sum forkunnugum gesti. Tað er sum vant tey bæði Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir. Tey gleða seg til
Um tiltak
Mikudagin 27. september verður opin pallur aftur, hesaferð við Nönne sum forkunnugum gesti. Tað er sum vant tey bæði Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir.
Tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at vísa hendan fram.
Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesuferð er tað Nönne, ið er sangari, sangskrivari og framleiðari úr Føroyum.
Nönne ger sín egna tónleik, umframt onkuntíð eisini at miksa og mastra fyri onnur. Tónleikurin hjá honum handlar um hansara egnu lívsroyndir. Hann vil gera tónleik, sum onnur kunnu relatera til og fáa tað gott av.
Hansara ljóð, beats, rødd og nærvera kunnu eisini fáa teg at gloyma alt eina løtu.
Nönne, ið eitur Jónas Langgard, hevur búð á Amager ein stóran part av sínum lívi. Trettan ára gamal byrjaði hann at gera tónleik í kjallaranum hjá ommu síni, tá hann búði í Føroyum í eitt tíðarskeið.
Tónleikurin er myrkt elektroniskt R&B og Hip Hop. Við nógvum løgum av røddum og kóri.
Tónleikur hevur altíð verið fremsta áhugamálið hjá Nönne og hevur hjálpt honum ígjøgnum trupul tíðarskeið í lívinum.
Íblásturin fær hann frá Tirzah, Brent Faiyaz, The weeknd, SIR, Che Ecru og Safe.
Hann hevur framleitt fleiri løg saman við millum annað Marius DC.
Nönne hevur givið fleiri stakløg út seinastu árini, sum hava rakt væl og hart. Stop Sings, Demons, Fallen…
24. august gav Nönne sína fyrstu heildarútgávu frá sær, “Back to You”.
“Útgávan handlar um at finna sítt gamla eg aftur. Back to You”.
Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt.
Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Innskrivan er frá kl. 19.30 og kl. 20.00 fer Nönne á pall.
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.
Nær
(Mikudag) 19:30 - 23:00
Hvar
Reinsaríið