Tiltøk
Frí05Aug(Aug 5)16:00Týs09(Aug 9)18:00FeaturedListagrafikkur í Smiðjuni í Lítluvík16:00 - 18:00 (9)
Um tiltak
Onkuntíð hugsar tú: hvat er tað, sum sameinir ein bólk av fólki? Hví eru tey vinfólk, hví trívast tey so mikið væl saman, at tey velja at vera saman, gera
Um tiltak
Onkuntíð hugsar tú: hvat er tað, sum sameinir ein bólk av fólki? Hví eru tey vinfólk, hví trívast tey so mikið væl saman, at tey velja at vera saman, gera verkætlanir, veitslur o.a. saman, um tey ikki eru bundin av ættarbandið, uppvøkstri, stað ella arbeiði? Sum oftast vil svarið vera: Passión!
Hetta er eisini svarið uppá, hví seks sera ymiskar kvinnur fyri aðru ferð hava framsýning saman: Eldhugað passión fyri grafiskum prenti.
Tilvildin vildi, at 5 kvinnur hittust fyri fyrstu ferð, tá tær høvdu framsýning saman í februar 2021. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík eydnaðist á so nógvar mátar ótrúliga væl, kanska einamest tí hon skapti eitt vinarlag tvørtur um øll mørk, aldur, starv, stað…
Tær høvdu allar brennandi áhuga at granska alt innan grafiskt prent og høvdu møguleika at læra av hvørjari aðrari. Síðani er bólkurin vaksin við einum luttakara og 5. august lata tær aftur upp í Smiðjuni.
Tær 6 í HáTrýstT eru: Ásla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Marjun J. Hentze, Rakel Helmsdal og Rikke Bak og spennið er vítt innan prentteknikkir og myndaevni. Hesaferð eru so ymiskir teknikkir sum skurðprent, gelprent, carborundumprent, turrnál og cyanotypi við á framsýningini.
Fernisering verður fríggjadagin 5. august kl. 16. Øll eru vælkomin til eina hugnaliga løtu.
Opið er:
Fríggjadagin kl. 16-20
Leygardag kl. 10-18
Sunnudag kl. 13-18
Mánadag og týsdag kl. 12-18
Nær
5 (Fríggjadag) 16:00 - 9 (Týsdag) 18:00
Ley13Aug14:00FeaturedBeat & Brøl í Dinosaurland14:00 Stað:Reinsaríið
Um tiltak
Nú kanst tú hitta dukkurnar Beat og Brøl. Saman við villmanninum Morten fara tey á eina ferð gjøgnum dinosauraheimin, har tey vitja teir kendu dinosaurarnir. Vit fara at hoyra søgur
Um tiltak
Nú kanst tú hitta dukkurnar Beat og Brøl. Saman við villmanninum Morten fara tey á eina ferð gjøgnum dinosauraheimin, har tey vitja teir kendu dinosaurarnir. Vit fara at hoyra søgur um dinasaurar sum Tyrannosaurus Rex, Stegosaurus, Triceratops og heimsins størsta dinosaur: Titanosaurus.
Hvør einstakur dinosaurur fær eina søgu og ein sang. Og lurtar tú væl eftir, so kann mann faktiskt læra rættiliga nógv um hesi stóru djórini.
So tak tín yndisdinosaur undir armin og kom oman á Reinsaríð. Og hvør veit, kanska fer Morten at gera ein sang um júst tín dinosaur.
GG! Tiltakið er á donskum.
Nær
(Leygardag) 14:00
Atgongumerki
Mán15Aug20:00FeaturedCoupling / Greiping20:00 Stað:Reinsaríið
Um tiltak
Mánakvøldið 15. august kl. 20.00 skipar FarLit fyri einum tvímálsligum tiltaki á Reinsarínum. Her fara føroyskir rithøvundar at lesa yrkingar á føroyskum, og týðarar fara at lesa somu yrkingar á
Um tiltak
Mánakvøldið 15. august kl. 20.00 skipar FarLit fyri einum tvímálsligum tiltaki á Reinsarínum. Her fara føroyskir rithøvundar at lesa yrkingar á føroyskum, og týðarar fara at lesa somu yrkingar á enskum. Luttakandi rithøvundarnir eru Vónbjørg Vang, Kim Simonsen, Rannvá Holm Mortensen, Jóanes Nielsen, Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen.
Tiltakið er í samstarvi við amerikanska týðaran og yrkjaran Matthew Landrum, sum í fleiri førum hevur luttikið á árliga Summarskeiðnum á Setrinum. Harumframt luttekur týðarin og tolkurin Marita Thomsen, sum er búsitandi í Onglandi og hevur týtt fleiri føroyskar bøkur til enskt.
Føroyskt-kanadiska Lena Anderssen fer at framføra tvey løg. Og umframt at skriva løg og poetiskar tekstir, týðir Lena javnan úr føroyskum til enskt. Kanska verður eisini okkurt forkunnugt surprise lagt afturat skránni.
FarLit varpar ljós á føroyskar bókmentir í útheiminum. Í hesum sambandi verða nógvar sokallaðar royndartýðingar gjørdar á enskum. Og hetta tiltakið er eitt gott høvi at vísa á, hvussu stóran týdning týðarar hava fyri at fáa føroyskum bókmentum ein størri og fleirmæltan lesaraskara.
In English
FarLit promotes Faroese literature abroad with the main object of getting contemporary original Faroese literature translated and published in other languages. In this connection quite a few translators are involved every year in making sample translations in English of Faroese poetry, short stories, novels etc. On 15 August at 8pm.
FarLit will host, in cooperation with American translator and poet Matthew Landrum, a bilingual event in Reinsaríið where six Faroese poets and “their” translators will read in Faroese and English.
Faroese-Canadian singer-songwriter Lena Anderssen who sometimes also translates poetry on the side, will perform two songs. We might also have a small surprise on the programme.
Nær
(Mándag) 20:00
Týs16Aug20:00FeaturedLyon20:00 Stað:Reinsaríið
Um tiltak
FO: Tónleikurin hjá Lyon Hansen er ein samanrenning av ymiskum stílum sum hann elskar at fordjúpa seg í. Nakað er gospel, nakað er fólkatónleikur og nakað er heilt úti har
Um tiltak
FO:
Tónleikurin hjá Lyon Hansen er ein samanrenning av ymiskum stílum sum hann elskar at fordjúpa seg í. Nakað er gospel, nakað er fólkatónleikur og nakað er heilt úti har í Weill/Brecht geirunum.
Sum solistur gevur hann intensar og inniligar framførslur fyltar við blúsutum sangi og fólkakendum fingraspæli á tí elektriska gittaranum.
ENG:
Faroese singer/songwriter Lyon Hansen’s music is an amalgamation of styles he loves to immerse himself in. There is a part that is gospel, another part that is folk, and yet another part that is out there in the Weill/Brechtian fringes of music.
Operating mainly as a solo act Lyon delivers an intense performance filled with bluesy vocal phrases and folky fingerpicking on the electric guitar.
Nær
(Týsdag) 20:00
Atgongumerki
Hós25Aug20:00FeaturedKlingraSummartónar20:00 ReinsaríiðStað:Reinsaríið
Um tiltak
Hóast Klingra mest má roknast sum ein føroysk verkætlan, sprettur bólkurin úr prísvinnandi norðurlendska bólkinum Afenginn. Á seinastu útgávuni valdi Afenginn nevniliga at samstarva við fleiri føroyskar tónleikarar. Úrslitið gjørdist fløgan
Um tiltak
Hóast Klingra mest má roknast sum ein føroysk verkætlan, sprettur bólkurin úr prísvinnandi norðurlendska bólkinum Afenginn.
Á seinastu útgávuni valdi Afenginn nevniliga at samstarva við fleiri føroyskar tónleikarar.
Úrslitið gjørdist fløgan Klingra. Tónleikurin er sera væl móttikin og hevur verið framførdur í Australia, Russlandi, Europa og USA.
Útgávan vann 2 FMA (í opna bólkinum) í 2020, bæði fyri bestu fløgu og besta tekst. Samstarvið millum Afenginn og føroyingarnar skuldi vísa seg so væleyðna, at tey valdu at stovnað ein nýggjan bólk, uppkallaður eftir fløguni “Klingra”.
Við lagasmíð har einkul melodisk motiv verða løgd omaná ein gjølla hugsaðan samansettan bygnað, skapar Klingra ein serstakan estetiskan hugaheim, sum gevur pláss til tankar og kenslur, og sum kann virka sum ein steðgur frá gerandis andsligari sundurpetting.
Hugsunarsomu tekstirnir eru ballaðir inn í klassisk og elektronisk ljóðlandsløg, har rørandi tónaløg vevjast inn í kompleks mynstur. Meðan leitandi tankarnir verða stuðlaðir av orkufyltum rokki í langum samanhangandi brotum, sum leita frá ambietari skroypiligari minimalismu til stór útbrot
Limirnir í bólkinum eru tónleikarar við nógvum royndum fra bólkum sum t.d. Jack White, Savage Rose, Afenginn og Teitur.
Klingra er:
Dánjal á Neystabø (FO): Leiðari, komponistur og teksthøvundur, tangentar og syngur
Mikael Blak (FO): Keyboards, bass
Heðin Z. Davidsen (FO): Elektronikk, guitar
Kim Rafael Nyberg (FI): Leiðari, komponistur, keyboards. Høvuðsmaður í bólkinum Afenginn.
Maggie Björklund (DK): Pedal Steel Guitar. Hevur m.a. spælt við Jack White
Knut Finsrud (NO): Trummur og slagverk. Hevur m.a. spælt við Savage Rose
Romans Komar (LV): Ljóðdesign og trompet. Hevur m.a. arbeitt við Aquasonic.
KLINGRA
Klingra is a recently formed Nordic ensemble that is currently putting the finishing touches on their debut album “Litbrá”, to be released in August 2022.
Klingra has its roots in the Faroe Islands. Far out in the North Atlantic where the sky is high and the horizon wide. The nature is wild, fierce, bombastic, breathtaking. And the silence and space invites reflection. A place where deep vibrations evoke deep emotions.
It is to this basic tone that the band Klingra unconditionally cultivates its contemplative musical expression. The music and the Faroese lyrics are created in an uncompromising search for a whole. The genre moves in the crossroads between classical and rhythmic music, including electronic elements – in short we call it indie-classical.
Klingra means circle in Faroese. While the center is the Faroe Islands, Klingra has a radius that extends to most Nordic countries. The band consists of seven musicians with solid experience from bands such as Afenginn, Jack White, Eivør and Savage Rose.
Line up:
Dánjal á Neystabø: piano, keys, vocals
Kim Rafael Nyberg: keys, piano, vocals
Heðin Ziska Davidsen: elektronics, guitar
Maggie Björklund: pedal steel guitar
Mikael Blak: bass, elektronics
Knut Finsrud: drums, percussion
Roma Komar: sound, trumpet
Nær
(Hósdag) 20:00
Hvar
Reinsaríið
Atgongumerki
Ley10Sep14:00FeaturedScience Magic við Donal Vaughan14:00 Stað:Perlan
Um tiltak
Ert tú til gand, undirhald og vísindi? Jamen, so er hetta akkurát nakað fyri teg! Nú kemur virðislønti komikarin Donal Vaughan til Føroyar! Hetta merkir, at føroyingar fáa eitt mega festligt
Um tiltak
Ert tú til gand, undirhald og vísindi? Jamen, so er hetta akkurát nakað fyri teg! Nú kemur virðislønti komikarin Donal Vaughan til Føroyar!
Hetta merkir, at føroyingar fáa eitt mega festligt barnatiltak, har Donal fer at blanda gand, comedy og vísindi saman. Ja, hetta er faktiskt tað tættasta, vit koma upp á Hogwarts í Føroyum.
Seinast Donal vitjaði í Føroyum, hevði hann seks tiltøk, sum øll vóru útseld.
GG! Tiltakið er á enskum.
Nær
(Leygardag) 14:00
Atgongumerki
Ley10Sep19:00FeaturedHinumegin Ringvegin Trio (EYKAKONSERT)19:00 Stað:Reinsaríið
Um tiltak
Sangirnir hjá Kára P. eru av einum slag, sum seta seg fastar og blíva við at geva meining. Soleiðis eru tað nógv sum hava tað, og tískil eru vit glað
Um tiltak
Sangirnir hjá Kára P. eru av einum slag, sum seta seg fastar og blíva við at geva meining. Soleiðis eru tað nógv sum hava tað, og tískil eru vit glað fyri at kunna presentera Kára P., her sum trio á Reinsarínum.
Kári hevur tvær útgávur á baki: Vælferðarvísir og Hinumegin Ringvegin, og eru báðar varðar í føroyskum tónleikahøpi. Hetta eru sangir sum t.d. Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar víddir, Ringulríma, Kalli Katt, Meirilutin ræður, – og so nógvir aðrir. Hendan sangskattin fer Hinumegin Ringvegin Trio at tríva í hetta kvøldið. Eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.
Tað er bara Kári sjálvur sum kann syngja sínar sangir, sum teir eiga at vera. Royndu og dugnaligu tónleikararnir Finnur og Edvard stuðla undir og lyfta, so vit hetta kvøldið fáa Kára P. í besta innpakningi.
Hinumegin Ringvegin Trio eru:
Kári P.: sang, guitar og munnhørpu
Finnur Hansen: klaver og kór
Edvard Nyholm Debess: kontrabass og kór
Nær
(Leygardag) 19:00
Atgongumerki
Ley10Sep21:00ÚtseltHinumegin Ringvegin í ReinsarínumTrio21:00 ReinsaríiðStað:Reinsaríið
Um tiltak
Sangirnir hjá Kára P. eru av einum slag sum seta seg fast og blíva við at geva meining. Soleiðis eru tað nógv sum hava tað,
Um tiltak
Sangirnir hjá Kára P. eru av einum slag sum seta seg fast og blíva við at geva meining. Soleiðis eru tað nógv sum hava tað, og tískil eru vit glað fyri at kunna presentera Kára P., her sum trio í Reinsarínum.
Hinumegin Ringvegin Trio eru:
Kári P.: sang, guitar og munnhørpu
Finnur Hansen: klaver og kór
Edvard Nyholm Debess: kontrabass og kór
Kári hevur tvær útgávur á baki: Vælferðarvísir og Hinumegin Ringvegin, og eru báðar varðar í føroyskum tónleikahøpi.
Hetta eru sangir sum t.d. Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar víddir, Ringulríma, Kalli Katt, Meirilutin ræður, – og so nógvir aðrir..
Hendan sangskattin fer Hinumegin Ringvegin Trio at tríva í hetta kvøldið.
Eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.
Tað er bara Kári sjálvur sum kann syngja sínar sangir, sum teir eiga at vera.
Royndu og dugnaligu tónleikararnir Finnur og Edvard stuðla undir og lyfta, so vit hetta kvøldið fáa Kára P. í besta innpakningi.
Nær
(Leygardag) 21:00
Hvar
Reinsaríið
Atgongumerki
Útselt
Ley17Sep22:00FeaturedEvi Tausen og Signar í Homrum22:00 Stað:Reinsaríið
Um tiltak
Evi og Signar spæla á Reinsarínum við vælspalandi bólki. Evi Tausen er mest kend innan country tónleik. Hon byrjaði sína karrieru í 2010 við sangunum “He’ll Have To Go” og “How’s
Um tiltak
Evi og Signar spæla á Reinsarínum við vælspalandi bólki.
Evi Tausen er mest kend innan country tónleik. Hon byrjaði sína karrieru í 2010 við sangunum “He’ll Have To Go” og “How’s The World Treating You?”.
Í 2018 innspældi hon fleiri duettir við Stig Rossen, og hon hevur eisini vunnið fleiri virðislønir uttanlanda. Seinastu árini hevur Evi búð í Danmark, men nú er hon komin aftur til Føroyar at búgva.
Signar í Homrum hevur undirhildið føroyingum í nógv ár. Og sum solistur legði hann landið fyri sínar føtur við sanginum “Tað er gott at elska” hjá Bubbi Mortens.
Signar hevur fingið góð skoðsmál fyri sína útgávu av lagnum frá Bubbi sjálvum.
Síðani tá hevur hann leverað hitt eftir hitt, sum flest allir føroyingar hava tikið til sín. Úr rúgvuni kunnu vit nevna “Kærleikans Mátt”, “Mín Skattur” og “Sorgblídni 2012”.
Nær
(Leygardag) 22:00